
Framsýningar í Ribarhús :
19.jan til 22.feb.2012
Hildur Hermanssen leir, Vera Bjřrgvin akryl og Súsanna Martinsdóttir bundiđ :)
Komandi leygardag, 28. januar, vera listafólkini til steđar á framsýningini frá kl 11:00 til kl 13:00
Vera Bjřrgvin, luttekur javnan á máliskeiđum viđ nýggjum íblástri, har hon nemur sćr kunnleika bćđi tekniskt og listaliga. Vera hevur málađ viđ akryl í 12 ár, og á hesi framsýningini vísir hon okkum fuglar, fiskar og vřkstur
Súsanna Martinsdóttir hevur roynt ymiskar listagreinir, men hevur seinastu 15 árini lagt seg eftir at geva upprunaligu fřroysku mynstrunum nýtt lív - bundiđ í nýggjum litum.
Hildur Hermansen, undirvísir í leiri í kvřldskúlanum. Hildur hevur arbeitt viđ keramikki umleiđ 20 ár, og í sínum arbeiđi leggur hon seg eftir at fáa listina inn í brúkslutir, sum eru til skjals í hvřrjum heimi.
Saman hava tćr sýnt fram áđur, og hesaferđ hava tćr leitađ sćr inn í hugnaliga Ribarhús viđ sínum listaverkum.
Tćr tríggjar ymisku listagreinirnar hava ein serligan dám , sum hugtekur eygađ.
Vakiđ eyga sćr, at tađ eru serliga smálutirnir í natúrini, sum geva teimum íblástur.
Smálutir, iđ síggjast aftur í smáu mynstrunum, sum dirvi er kent fyri at seta saman á ymsan hátt,
smálutir, iđ síggjast aftur í glćringini, sum er týđandi partur í keramisku lutunum,
og Vera endurgevur smáu rřrslurnar, sum fylla himmal og hav, sum vit eru mitt í.
Framsýningin er opin hvřnn dag uttan sunnudag. Mánadag til fríggjadag 15:00 -17:30 og leygardag 11:00 – 13:00. Framsýningin er opin frá 19. januar til 22. februar.
|