Fuglafjarður
Heimavirkisfelag, sum varð stovnað á Grækarismessu í 1997,
hevur nógv góð endamál - eitt av
teimum er at skipa fyri sølu av heimavirkaðum
lutum. Við vælvilja
frá eigarunum av gamla handlinum fekst innivist her í hesum
gomlum rúmum, sum við nakað av ábótum
blivu sera vælegnað
til alt virksemi, ið Heimavirkisfelagið umboðar. Í Piddasahandil
hevur Heimavirkið húsast síðani í '97,
og frá fyrsta degi hava
øll, sum koma inn á gólvið, kunnað notið ein
kaffimunn við onkrum »heimabakaðum« afturvið. Í Piddasahandli
fæst eitt rættliga breitt útval av heimavirkaðum
lutum, sum limir felagsins lata inn, tað vil
siga, at limirnir eiga hesar lutir, inntil teir eru seldir. Her
er eingin góðskumetan og einki MVG. Roynt verður eftir førimuni
at brúka kundarnar sum »barometur« .
Flestu limir eru úr Fuglafirði og bygdunum
her rundanum, men eisini fólk aðrastaðni úr Føroyum og
føroyingar, sum búgva í útlondum, eru limir. Øll kunnu
gerast limir, kostnaðrin er 100,- kr. um árið + 10% av
tí, sum selt verður.
Tað eru fólk, sum eru rættliga ófør at
leggja lutir í Piddasahandil at selja - og uttan tey var
eingin handil. Fleiri av hesum og nøkur afturat vilja eisini
fegin nýta ein ella tveir seinnapartar um mánaðin, soleiðis
at Piddasahandil og Ribarhús kunnu hava opið hvønn dag.
Eru hesi fólkini ikki tøk, so ber ikki til at selja tað,
sum liggur á teimum gomlu hillunum.
Fuglafjarðar Heimavirkisfelag er áhugafelag
burturav, tvs. at alt arbeiði verður gjørt sjávboðið og
ólønt.