
Framsýningar í Ribarhús :
25 feb. til 21.mars
Rabarbuglas í Ribarhúsi :):)
Tunnilsdagin....Leygardagin 25. februar, kl 14:00 letur upp framsýnimng við glaslist í Ribarhúsi.
Ein innsúður við litføgrum glasskapum fara at dusa sær undir bitunum í hesum gamla bygningi hendan mánaðin.
...
Ja, mangt broytist á mansins ævi.
Ikki droymdu vit um í okkara barnaárum at Ribarhús, sum rúmaði mjøli, oljukøkum, margarini, sukri, eplum, eggi og ymiskum sløgum av pylsum, eisini skuldi taka hendur um glaslist.
Rosa Birgitha leiður okkum inn í sína skaldakendu hugaverð við fagurlittum fuglum, einglum og smáum glartinnum, sum nú fara at syngja síni stillu litføgru glarløg undir hesum gomlu bitum.
Hjartaliga vælkomin:):)
|