|

Virksemi hjá Heimavirkisfelagnum er ment so við og
við -
og í samstarvi
við
listarfólk í bygdini, varð í 2001
farið undir at skipa fyri listaframsýningum,
og í juni sama ár læt Gallarí Ribarhús
upp fyrstu ferð við eini framsýning. Nógv listafólk
- kend og minni kend, hava sýnt fram her. Við góðum ljósviðurskiftum
er Ribarhús sera væl egnað til framsýningar av ymiskum slag, og hølini
kunnu eisini nýtast til smærri tónleikatiltøk.
Fólk sum hava hug at sýna fram í Ribarhúsi, eru vælkomin at seta
seg í samband við Gallaríði (tlf. 444427 ella teldupost ribarhus@ribarhus.com).
|