
Beint
eftir jól í 1887 fór Sámal Petur Petersen av Miðgerði í Kollafirði,
seinni nevndur Gamli Sámal Petur at reka handil Niðri í Støð í
Fuglafirði. Hann hevði til hetta endamál bygt stásiligan bygning,
sum, nú latið var upp, stóð honum í 5000 krónum; men tá var vørugoymslan
eisini við.
Hesin handilsbygningur, sum í fyrstani eisini tænti honum sum
bústaður, bleiv skjótt staðið, har fólk møttust, ikki bert til
at gera síni handilsørindir, men eisini til at frætta nýtt.
Sámal Petur fór skjótt undir at keypa fisk til virkingar og
átti longu í 1890'unum fleiri skip og fiskastykkir, har klippfiskur
bleiv turkaður. Undir handlinum hevði hann fiskakjallara, har
hann vigaði fisk inn, fekk hann vaskaðan og turkaðan, og so væl
hepnaðist, at hann uml. 1910 varð noyddur at byggja ein goymslubyging
afturat vestan fyri handilin. Hendan goymslubygning fóru menn
skjótt at rópa »Ribarhús« eftir
einum av skipunum, sum førdu vøru til handilin.
Fyrst í 1920'unum fór at ganga niður á bakka
hjá Gamla Sámali
Peturi, soleiðis at hann mátti gevast við virksemi
sínum í 1924.
Tað eydnaðist tó elsta syni hansara, sum eisini æt
Sámal Petur,
men av fólki bleiv róptur »Piddi«,
at føra handilin víðari við sama yðjandi
virksemi, sum faðirin
hevði havt. Við skiftandi eydnu var so ymiskt virksemi í gamla
handlinum til einaferð í 1970'unum.
Seinni varð handilsbygningurin seldur Højgaards Timburhandil
í Runavík, sumbrúkti hølini eina tíð. Eftir hetta stóðu gomlu
handilshúsini Niðri í Støð tóm í nógv ár, og onkur kundi sagt,
at nú var liðugt, men her kemur Heimavirkisfelagið inn í myndina. Les
meiri ...
Í 2004 keypti Fugjafjørður kommuna bygningin til varðveitslu.